Samráðingar í Grikkalandi bíða

Samráðingar í Grikkalandi bíða
Nýggjar samráðingar um støðuna hjá Grikkalandi fara at bíða, til eftir fólkaatkvøðuna sunnudagin
 
02.07.2015 - 14:50

Hesum boða fíggjarmálaráðharrarnir í ES londunum frá.

Fólkaatkvøða verður sunnudagin um krøvini frá lánveitarunum til Grikkaland. Griski forsetin, Alexis Tsiprias, mælti í griskum sjónvarpi í gjár veljarnum til at atkvøða nei, tí tað fór at geva grisku stjórini møguleika at venda aftur til samráðingarborðið, skrivar DR.

Griski fíggjarmálaráðharrin, Yanis Varoufakis, hóttir við at leggja frá sær, um grikkar atkvøða ja á fólkaatkvøðuni sunnudagin, sigur hann í samrøðu við Bloomberg.

Grisku bankarnir hava verið stongdir síðan mánadagin, og grikkar sleppa í mesta lagi at taka 60 evrur úr peningaatomatunum um dagin.

Bankarnir eru stongdir til fólkaatkvøðan hevur verið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109