Grikkar leingja lánsavtalu og avlýsa fólkaatkvøðu

Grikkar leingja lánsavtalu og avlýsa fólkaatkvøðu
Grikski forsætisráðharrin, Alexis Tsipras, tekur nú undir við at leingja lánsavtaluna við kreditorarnar
 
01.07.2015 - 15:02

Bræv er sent ES-kommissionini, altjóða gjaldoyragruninum og evropiska miðbankanum og vísir beinleiðis til lánsavtaluna, sum ES-kommissiónin legði fram á fundinum sunnudagin, - seinast tilboðið frá ES-kreditorunum.

Financial Times skrivar, at Tsipras er sinnaður at góðtaka avtaluna, sum lá á borðinum sunnudagin við nøkrum heilt fáum og smáum broytingum. Leygarnáttina rímdi Tsipras og samráðingarbólkurin úr Brússel fyri at kunngera fólkaatkvøðuna, og Grikkaland setti í verk eftirlit við peningastreyminum og stongdi bankarnar mánadagin.

Tsipras skrivar, at hann góðtekur búskaparligu tiltøkini, um ES endurskoðar avtaluna og hevur í huga grikska uppskotið um broytingar og nágreiningar.

Tilboðið í grikska uppskotinum er tvey-ára bjargingaravtala við bjargingargrunnin í evru-økinum, ESM, um at bjarga griksku bankunum, og virðið er 30 miljardir evrur, sum skulu fylgja við endurskipanini av griksku skuldini.

Teir 19 fíggjarmálaráðharrarnir í evruøkinum skulu seinni í dag í samráð um støðuna hjá Grikkalandi.

Harald Magnus Andreassen í svenska Swed-bank sigur, at møguleiki er fyri, at útspælið frá griksku stjórnini kann enda við avtalu longu í dag. Men hann leggur dent á, at evrulondini neyvan taka undir við skuldasanering.

- Í veruleikanum hava tey longu gjørt tað við lágari rentu og lagaligum afturgjaldi, sigur hann við E24.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109