- Tíðindi, mentan og ítróttur
Freistin at rinda peningin aftur nærkast
Formaðurin fyri ES-kommissiónini, Jean Claude Juncker, hevur í telefonsamrøðu við grikska forsætisráðharran, Alexis Tsipras, tosað um avtalu, sum kann gerast nú evsta mark er um at verða farið hjá Grikkalandi at rinda kreditorunum miljardalánið aftur.
Tað sigur aðaltalsmaðurin hjá ES-kommissiónini, Margaritis Schinas. Hann leggur aftrat, at tað var Tsipras, sum ringdi til Juncker fyri at tosa um álvarsligu kreppuna, sum er íkomin, nú fleiri miseydnaðar royndir eru gjørdar at loysa griksku skuldarkreppuna.
SÍ EISINI Klára neyvan at gjalda peningin aftur í dag
Sambært aðaltalsmanninum segði Juncker, at Grikkaland skal góðtaka seinasta tilboðið, sum lá á samráðingarborðinum, tá samtalurnar slitnaðu um vikuskiftið.
Grikska stjórnin skal eisini føra valstríð, sum skal fáa fólk á fólkaatkvøðuni sunnudagin at atkvøða fyri krøvunum hjá altjóða kreditorunum til Grikkaland um nýskipanir og sparingar, og afturfyri fær landið fleiri pengar.
Samstundis kann Grikkaland fáa eitt enn ikki nágreinað tilboð um, at hugt verður at landsins fíggjarliga tørvi og skuldarbyru.
SÍ EISINI Fólkakatkvøða verður í Grikkalandi
ES-kommissiónin er harumframt tilreiðar at fylgja umfatandi avtalu við griksku stjórnina um 35 milliardir evur í búskaparligari innspræning frá strukturgrunnum í ES, hvørs endamál er at skapa arbeiðspláss og vøkstur í Grikkalandi.
Juncker segði, sambært aðal-talsmanninum hjá Tsipras, at skal umfatandi avtala, sum henda, gerast veruleiki, skal hann hava svar frá Grikkalandi innan midnátt í kvøld.
- Fyribils hava vit einki frætt, og tíðin rennur undan skjótt, sigur Margaritis Schinas. Hann leggur aftrat, at samband er støðugt millum ES-kommissiónina og griksku stjórnina um eina loysn í evstu løtu á griksku skuldarkreppuni.
SÍ EISINI Hava nú mist tolið við Grikkalandi
Angela Merkel, týskur samveldiskanslari, sigur í viðmerking, at tað er ov seint at koma við einum uppskoti í evstu løtu.
- Í kvøld klokkan 24 miðevropiska tíð er møguleikin farin, staðfestir Merkel, og leggur dent á, at hon ikki veit um onnur uppskot. - Men dyrnar eru opnar fyri fyri dialogi við Grikkaland, sigur hon.