- Tíðindi, mentan og ítróttur
Griksku bankarnir steingja
Bankarnir hava stongt til 6. juli, hava bankarnir stongt til 6. juli, hava griski forsetin og forsætisráðharrin boðað frá, sambært tíðindastovuni, AFP.
Grikkar sleppa í mesta lagi at taka 60 evrur út um dagin, tað eru umleið 450 danskar krónur. Avmarkingin er ásett, fyri at forða fyri, at allur peningurin ikki verður tikin úr bankunum, og hesir verða tømdir, skrivar Ritzau.
Bíðirøð við peningaautomatir
Bíðirøðir hevur verið við peningaautomatirnar í Grikkalandi seinastu dagarnar, tí fólk vilja hava pening sín úr bankanum, tí fíggjarstøðan í Grikkalandi er so ótrygg. Grikkar skulu á fólkaatkvøðu fimta juli at taka støðu til sokallaða lánipakkan úr ES.
Tilboðið úr ES var, sambært griska forsætisráðharranum, Alexis Tsipras, so vánaligt, at hann og stjórn hansara ikki høvdu heimild at góðtaka tað vegna griska fólki, skrivar NRK.
Hetta er fyrsta fólkaatkvøðan í Grikkalandi í 41 ár. Seinasta grikkar vóru á fólkaatkvøðu var í 1974, tá tey avtóku kongsveldið.