- Tíðindi, mentan og ítróttur
Seta stjóran um mánaðarskiftið

Nýggi stjórin á Landsshúkrahúsinum verður helst settur um mánaðarskiftið.
Karsten Hansen, landsstýrismaður í heilsumálum, sigur, at setanarsamrøðurnar verða í hesari vikuni, og um tvær vikur fær landsstýrismaðurin tilmæli frá Heilsumálaráðnum. Tá verður stjórin settur.
15 umsóknir vóru til starvið.
Ovasti leiðari
Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðarin á Landssjúkrahúsinum, og hevur evstu ábyrgd av virkseminum á stovninum. Samlaða játtanin til Landssjúkrahúsið er 640 milliónir krónur.
Starvið er áramálssett í fimm ár við serligum sáttmála. Lønin er ájavnt 39. lønarflokk hjá tænastumonnum landsins við 15 prosentum í eftirlønargjlaid og við eini áramálsviðbót.
Sigurð Ólason Vang hevur seinastu árini verið stjóri á Landssjúkrahúsinum
1. juni fór hann starv sum leiðari á mentamáladeildini í Tórshavnar kommunu.
