Nú byrjar dysturin um fiskidagarnar

Nú byrjar dysturin um fiskidagarnar
Havstovan kemur við sínum tilmæli um fiskidagar í dag
 
15.06.2015 - 08:11

Í dag byrjar árligi dysturin um fiskidagarnar næsta fiskiár, sum byrjar 1.september.

Tí í dag fær landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum tilmælið frá Havstovuni um fiskidagar.

Og um nakrar dagar kemur so tilmælið frá Fiskidaganevndini.

Í Fiskidaganevndini eru feløgini hjá skipum og bátum, sum hava fiskidagar, og Fiskimannafelagið. 

Landsstýrismaðurin ger síðani eitt uppskot um broytingar í lógini um vinnuligan fiskiskap, sum hann leggur fyri løgtingið á ólavsøku.

Og í seinasta lagi 18.august skal løgtingið hava avgjørt, hvussu nógvar fiskidagar, flotin fær í fiskiárinum 2015-2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878