- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroyski sigurin skapar yvirskriftir úti í heimi
Føroyski sigurin skapar yvirskriftir úti í heimi
Sannførandi sigurin hjá Føroyum á Grikkalandi í kvøld hevur enn einaferð givið ekkó í útheiminum og sett Føroyar á breddan í útlendskum fjølmiðlum
14.06.2015 - 04:00
Tað er ikki farið aftur við borðinum í útlendskum fjølmiðlum, at Føroyar í kvøld fyri aðruferð í hesi undankapping vunnu á Grikkalandi, sum fyri 10 árum síðan vann evropameistaraheitið.
Enska blaðið The Guardian skrivar, at Føroyar eyðmýktu Grikkaland við at vinna báðar dystirnar í hesi undankappingini. TRÝST HER.
Norska blaðið VG skrivar nakað tað saman, at Føroyar tóku enn einaferð Grikkaland á bólki. TRÝST HER
Eisini kenda sjónvarpsrásin FOX ger fitt burtur úr føroyska sigrinum. TRÝST HER
Danska Ekstra Bladet eigur kanska mest litríku yvirskriftina. Blaðið kallar føroyska sigurin lítið tespiligan (grotesk): TRÝST HER
Les eisini:
Morgunblaðið
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV