- Tíðindi, mentan og ítróttur
Jarðligar leivdir komnar til Týskland
Flogfelagið, Lufthansa, sendi mikunáttina kisturnar við jarðligu leivdunum av teimum 44 týskum ferðafólkum - sum vóru við flogfarinum, ið datt niður í Alpunum - úr Marseille í Fraklandi til Düsseldorf í Týsklandi.
- Nú vóna vit, at tey avvarðandi kunnu fáa frið, sigur Elmar Giemulla, sakførari, ið er talsmaður fyri nakrar av familjunum, sambært BBC News.
Greinin heldur fram niðanfyri
Remains of 44 victims of #Germanwings plane crash have arrived in Duesseldorf http://t.co/UdjvfXIjgS pic.twitter.com/VzFhXPo5DE
— BBC News (World) (@BBCWorld) June 10, 2015
Millum líkini av teimum 44 ferðafólkunum ið komu til Týskland í nátt, vóru 15 miðnámsskúlanæmingar, ið komu úr vesturtýska býnum, Haltern, skrivar The Globe and Mail.
Hildið verður, at Andreas Lubitz, ið var stýrimaður á ferðini, stongdi flogskiparan úti úr stýrihúsinum, og við beráddum fleyg ferðafólk og manning í deyðan í Alpunum 24. mars.
Tilsamans doyðu 150 ferðafólk og manning, tá Germanwings flogfarið datt niður í Alpunum har suðuri í Fraklandi fyri nú ellivu vikum síðani.