Vilja hava meira gjøgnumskygni fyri makrelkvotur

Vilja hava meira gjøgnumskygni fyri makrelkvotur
Felagsskapurin Transparency International Greenland setir nú sjóneykuna á, hvussu grønlendska makrelkvotan verður býtt í ár
Nú skal verða lættari hjá almenninginum at fáa at vita, hvør fær hvat, tá talan er um grønlendsku makrelkvoturnar, ætlar felagsskapurin, Transparency International Greenland
 
09.06.2015 - 11:19

Aðalmálið hjá felagsskapinum er, sum navnið sigur, at arbeiða fyri størri gjøgnumskygni. Transparency International Greenland hevur fylgt við gongdini og teimum mongu atfinningunum í samband við at grønlendska makrelkvotan skuldi býtast í ár.

Hóast grønlendska fiskimálaráðið í tíðindaskrivi alment hevur boðað frá, at býtið er framt eftir objektivum og sakligum kriterium, so eftirlýsir felagsskapurin framvegis størri gjøgnumskygni.

Heita á landsstýrið um at leggja tær fram

- Vit vilja ikki sáa iva um hesar fortreytir, men heita á landsstýrið um at leggja tær alment fram, fyri á tann hátt at beina burtur allan iva, sigur Anita Hoffer, forkvinna í Transparency International Greenland, við blaðið Sermitsiaq.

Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Karl-Kristian Kruse, og ein annar leiðandi limur í Siumut-flokkinum, Mikael Petersen, hava báðir tilknýti til eitt felag, KNT, sum hevur fingið 4300 tons av makrelkvotu frá grønlendska landsstýrinum.

Sjálvur verjir Karl-Kristian Kruse seg við, at hann einki hevur við felagið KNT at gera meira. Sambært landsstýrismanninum hevur sonurin tikið yvir ognarlutin í felagnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109