Kurdar vinna valið í Turkalandi

Kurdar vinna valið í Turkalandi
Flokkurin hjá Erdogan, forseta, í Turkalandi hevur mist meirilutan í tjóðartinginum, vísir úrslitið av tjóðartingsvalinum í Turkalandi í gjár
Recep Tayyip Erdogan, forseti, á einum valstaði sunnudagin, tá tjóðartingsval var í Turkalandi sunnudagin
Mynd: Savnsmynd/AP  
 
08.06.2015 - 08:35

Samstundis vísir kurdiski flokkurin, Fólksins demokratiski flokkur, aftur at samstarva við flokkin hjá Erdogan, AKP, ið Erdogan stovnaði í 2001.

Greinin heldur fram niðanfyri

Kurdiski flokkurin hevur fingið 13 prosent av atkvøðunum og røkkur upp tinggáttina, sum er 10 prosent. AKP hevur fingið 40 prosent.

Eygleiðarar søgdu undan valinum, at valið í veruleikanum snúði seg um at geva forsetanum størri vald. Leiðarin í kurdiska flokkinum, Selahattin Demirtas, sigur, at valúrslitið vísir greitt, at orðaskiftið um størri vald til forsetan og einaræði í landinum er av.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109