Íslendingar roykja minni

Íslendingar roykja minni
Færri íslendingar roykja í dag sammett við 2012. Tað er serliga tað unga fólkið, ið roykir minni, meðan verri stendur til hjá teimum um 40 - 50 ár
Ungir íslendingar roykja minni. Flestu roykjararnir eru tey um 40 - 50 ár
 
08.06.2015 - 16:45

Færri íslendingar, 18 ár og eldri, roykja nú enn í 2012. 11,3 prosent roykja nú sammett við 14,2 í 2012. Og tað er serliga ungfólk, sum leggja av at roykja, meðan flestu roykjarar eru millum 40 og 50 ára gomul.

Samstundis er samlaða nýtslan av snús og skrá vaksin, serliga millum tey ungu, sum nú roykja minni. Meðan nýtslan av snúsi og skrá í Íslandi er lækkað ella er hin sama, so er talið vaksið munandi fyri tey, sum eru millum 18 og 24 ára gomul.

23 prosent av teimum snúsa og skráa nú, sammett við 15 prosent í 2012. Ikki er loyvt at selja snús í ES, men íslendingar fáa hendur á tí í Skandinavisku londunum, sum eru uttanfyri ES ella hava undantak, tí talan er um mentan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109