Fartelefonir skulu forða fyri smittuspjaðing

Fartelefonir skulu forða fyri smittuspjaðing
Fartelefonir hjá 2300 suðurkoreanarum skulu hjálpa myndugleikunum at forða fyri, at lungnasjúkan MERS, sum smittar sera illa, breiðir seg
Seks fólk í Korea eru deyð av sjúkuni, Middle East Respiratory Syndrome (MERS) , ið smittar sera illa. Fartelefonir hjá íbúgvunum í Korea skulu nú forða fyri, at sjúkan breiðir seg enn meira
Mynd: AP  
 
08.06.2015 - 10:05

Fólk, sum eiga fartelefonirnar, kunnu verða smittað. Smittan hevur kravt seks mannalív, og 2300 fólk eru avbyrgd. Myndugleikarnir søgdu í gjár, at 23 tilburðir aftrat eru staðfestir, og nú eru 87 fólk smittað.

Sambært tíðndastovuni AFP vórðu seks fólk smittað í Suðurafrika fyri 14 døgum síðani. Í Saudiarabia eru 950 fólk smittað við MERS síðani 2012.

Greinin heldur fram niðanfyri

Tey fyrstu, sum hava fingið sjúkuna, komu eftir øllum at døma úr Saudiarabia til Suðurkorea fyrst í mai mánaði. Funnist verður at stjórnini í Suðurkorea fyri at halda upplýsingum aftur um støðuna í landinum og fyri ikki at hava borið nóg skjótt at.

200 av teimum 2300 fólkunum, sum eru avbyrgd, eru á sjúkrahúsum, og 2100 fólk hava fingið boð um at vera heima við hús. Uttanríkisráðið í Suðurkorea upplýsir, at umleið 1900 skúlar hava latið aftur, tí stúrt verður fyri, at smittan skal breiða seg.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Jambalaja - 010225
187181
Leygardag 1. februar
Upp á tá - 310125
187177
Leygardag 1. februar
Vikan 1. februar 2025
187169
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109