- Haldið okkum til góðar, tað var bara venjing!

- Haldið okkum til góðar, tað var bara venjing!
Tað var um reppið, at bretska kringvarpið BBC í gjár kunngjørdi á sosiala miðlinum Twitter, at Elizabeth drotning lá fyri deyðanum
 
04.06.2015 - 09:14

Skipað varð fyri innanhýsis venjing í BBC, har minningarorð um drotningina vórðu fyrireikað, og hvussu tíðindini skuldu berast.

Tað er ikki óvanligt, at journalistisk arbeiðspláss fyrireika minningarorð um fólk, sum eru komin væl til árs, ella eru illa  sjúk. 

Ups!

Men mistakið varð, at ein journalistur á BBC av misgáum sendi eini boð á Twitter, at 89 ára gamla drotningin var illa sjúk.

Nógv lósu boðini á Twitter.

BBC kom alt fyri eitt við eini umbering og segði, at mistakið varð gjørt undir eini venjing. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. apríl
LEITISSTEIN 08.04.2025 (Hettarher)
190455
Týsdag 8. apríl
Góðan morgun Føroyar
190414
Týsdag 8. apríl
Morgunlestur týsdagur 8.apríl 2025
190383
Mánadag 7. apríl
Samværi 067 - Hví geva út?
190362
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190454
Týsdag 8. apríl
Veðrið
190447
Týsdag 8. apríl
Fótbóltur: Føroyar - Gibraltar
190450
Mánadag 7. apríl
Hon leyp á leistum
190366