Fiskaútflutningurin í Noregi setti met í mai

Fiskaútflutningurin í Noregi setti met í mai
Tað er serliga sølan av klippfiski og saltfiski sum gongur væl. Tann útflutningurin vaks við 150 milliónum krónur
 
04.06.2015 - 09:22

Útflutt varð fyri 5,2 milliardir kr., og tað er besti mánaður nakrantíð.

Portugal keypti mest, fyri 171 milliónir í salt- og klippfiski.

Salt- og klippfiskur

Portugisar vilja hava so nógv av saltaðum norskum toski, sum landið kann fáa, sigur ein talsmaður fyri vinnuna.

Hóast tað gongur væl at selja salt- og klippfisk, so er laksurin framvegis størsta útflutningsvøra hjá Noreg, tá talan er um fiskavørur, upplýsir norska hagstovan.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. februar
Tróndur og Kári
187878
Fríggjadag 21. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188097
Mikudag 19. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187990
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840