Jóhan á Plógv Hansen á danska A-landsliðnum

Jóhan á Plógv Hansen á danska A-landsliðnum
Dreymurin hjá unga stórtalentinum er longu veruleiki. Jóhan á Plógv er úttikin til danska landsliðið
 
29.05.2015 - 15:43

Landsliðsvenjarin hjá Danmark í hondbólti, Gudmundur Gudmundsson, kunngjørdi í dag bruttohópin til komandi EM-undankappingardystirnar.

Í hópinum er 21 ára gamli føroyingurin, Jóhan á Plógv Hansen, sum dagliga spælir fyri Skanderborg.

Fleiri í donskum hondbólti halda, at Jóhan er millum størstu talentini í Danmark, og landsliðsvenjarin er einki undantak

- Hann er ikki bara eitt talent, hann er eitt risastórt talent, og tað verður spennandi at síggja, hvat hann klárar á hægsta stigi, segði Gudmundur Gudmundsson á tíðindafundi í dag.

Danmark hevur tveir EM-undankappingardystir eftir. 10.juni verður spælt á útivølli móti Litava, og 14.juni er Danmark á heimavølli móti Bosnia/Hersigovina.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 11. apríl
Vikuskiftið 11 apríl 2025
190618
Fríggjadag 11. apríl
Morgunlestur fríggjadagur 11.apríl 2025
190387
Hósdag 10. apríl
RagnarRokk 10.apríl 2025
189858
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594
Fríggjadag 11. apríl
Veðrið
190617
Hósdag 10. apríl
Útilív 4:6
190570
Hósdag 10. apríl
Føroyar - Litava (36-26)
190551