Súna ikki við ímóti Litava

Súna ikki við ímóti Litava
Súna Krossteig Hansen er sjúk og verður ikki við í heimadystinum ímóti Litava í kvøld. Lukka Arge verður á leikaralistanum í staðin
Súna Krossteig Hansen er sjúk og verður ikki við ímóti Litava í kvøld
Mynd: Kollektif  
 
09.04.2025 - 13:07

Súna Krossteig Hansen verður ikki við í føroyska hópinum, tá Litava vitjar við Tjarnir í týðandi HM playoff-dystinum í kvøld.

Bakspælarin hevur verið ivasom, tí hon hevur verið nógv darvað av skaðum og tískil ikki er í dystarvenjing, men tað er ikki orsøkin til fráveruna í kvøld.

Grundin til avboðið er, at hon er blivin sjúk, og er ikki før fyri at spæla. Lukka Arge, sum hevur vant við føroyska hópinum síðstu dagarnar, verður við í staðin.

Hon spælir mestum bara í verjuni á landsliðnum, og so er hon sera trygg við brotskøstum.

Tað er ivasamt, hvussu stóran leiklut Súna Krossteig Hansen hevði fingið í heimadystinum í kvøld, um hon var við. Talan var sum skilst um minuttir í verjuspælinum.

Søgan sigur einki um, hvørt hon skal við til útidystin sunnudagin. Tað er helst treytað av, um hon nær at gerast frísk og úrslitinum av dystinum í kvøld.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 17. apríl
Jesu líðingarsøga - Skírisdagur
190847
Hósdag 17. apríl
Áður enn eg ljósið sá
190844
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 17. apríl
Útilív (5:6)
190791
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta
190846
Hósdag 17. apríl
Guðstænasta úr Miðvágs kirkju
190835
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805