Reiðarar og fiskimenn gjørt nýggjan sáttmála

Reiðarar og fiskimenn gjørt nýggjan sáttmála
Samráðingar við onnur feløg eru ikki lidnar, og tí verður samlaða úrslitið av samráðingunum ikki kunngjørt enn
Jan Højgaard, formaður Fiskimannafelagnum, og Herálvur Joensen, stjóri í Reiðarafelagnum, skriva undir
Mynd: Fiskmannafelagið  
 
28.05.2015 - 08:00

Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið eru samd um nýggjan sáttmála, sum verður galdandi til 1. apríl í 2017.

Av tí at Reiðarafelagið framvegis er í samráðingum við Maskinmeistarafelagið og Skipara- og Navigatørfelagið, og fleiri viðurskifti eru felags, vil Fiskimannafelagið ikki almannakunngera samlaða úrslitið av samráðingunum.

Eftir at manningarfeløgini slakaðu nógv í 2011, eru nøkur viðurskifti aftur fingin í rættlag, skrivar formaðurin í Fiskimannafelagnum á heimasíðuni hjá felagnum.

Býtisprosent og línugjald

Við nýggju semjuni er býtisprosentið hjá botnfiskatrolarunum aftur tað, tað var í 2011, línugjaldið er strikað, dagískoytið, sum kokkar fáa fyri at proviantera, hækkar, og menn, sum sigla fast við ávísum skipi ella hjá ávísum reiðaríi, fáa eina upphædd um árið sum ískoyti til arbeiðsklæði. 

Eisini hevur nýggja semjan við sær, at fiskimenn í heimaflotanum nú umframt jólaaftan og jóladag eisini eru tryggjaðir frí ANNAN jóladag, og nýggjar orðingar tryggja bæði fastari manning og avloysarum tryggari og greiðari setanarviðurskifti.

At sáttmálasemjan er galdandi til 1. apríl 2017 kemur av, at tað seinastu árini hevur verið vanligt, at Reiðarafelagið hvørt ár undan jólum og um nýggjársleitið er upptikið av millumlanda fiskivinnusamráðingum. Tí samdust partarnir um at flyta sáttmálaskeiðið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV