- Tíðindi, mentan og ítróttur
Diplomatisk sambond týdning fyri búskapin
Tað er týdningarmikil liður í búskaparligu menningini í Føroyum at knýta beinleiðis diplomatisk sambond við lond, ið hava týdning fyri føroyskan búskap.
Tað sigur Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður.
- Føroyar hava í nógv ár arbeitt við at betra okkara handilsviðurskifti við Russland. Nýggja sendistovan er týdningarmikið amboð hjá okkum at styrkja handilsviðurskiftini við Russland og onnur eystanlond, sigur hann.
Í gjár var móttøka, í sambandi við at nýggja sendistovan Føroya í Moskva er latin upp.
Til móttøkuna vóru løgmaður, sendimaður Føroya í Russlandi og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. Eisini vóru einar 20 føroyskar fyritøkur við.
Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva, og russiskir samstarvsfelagir hjá føroysku fyritøkunum vóru eisini til móttøkuna, sigur Løgmansskrivstovan.