Almenn móttøka á føroysku sendistovuni í Moskva

Almenn móttøka á føroysku sendistovuni í Moskva
Umframt almenn umboð eru føroyskar fyritøkur við á ferðini í Russlandi
 
27.05.2015 - 13:36

Í dag verður skipað fyri móttøku í Moskva í sambandi við, at føroysk sendistova er latin upp í Russlandi. 

Tað er Løgmansskrivstovan, sum skipar fyri. 

Á móttøkuni vera Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, Bjørn Kunoy, sendimaður Føroya í Russlandi, og umboð fyri almennu myndugleikarnar í Føroyum. 

Eisini vera fleiri føroyskar fyritøkur við. Tað er Vinnuhúsið, sum samskipar ferðina hjá føroysku vinnuni. 

Umboð fyri politisku myndugleikarnar í Russlandi, útlendsk sendifólk í Moskva og russiskir samstarvsfelagar hjá føroyskum fyritøkum eru eisini boðin við. 

Sendistovan Føroya í Moskva læt formliga upp tann 3. mars, og er týdningarmikil liður í at styrkja handilssambondini við Russland, sigur landsstýrið. 

Uppgávurnar hjá føroyska sendiharranum eru at unmboða áhugamálini hjá Føroya Landsstýri í Ruslandi, og at virka fyri betri handilsligum viðurskiftum og styrkja mentanarligu sambondini landanna millum. 

Á føroysku sendistovuni í Moskva starvast tvey fólk - sendiharrin og ein russiskur skrivari. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV