- Tíðindi, mentan og ítróttur
Skatturin má vera tann sami sum uttanlands
Skattligu viðurskiftini hjá føroyingum, sum arbeiða í Føroyum, eiga at vera tey somu sum hjá føroyingum, sum arbeiða uttanlands.
Tað sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Felagið sigur, at neyðugt er at endurskoða allar skipanir, sum geva føroyskum arbeiðstakarum fyrimun, um teir velja at arbeiða uttanlands.
Ein kanning, sum Arbeiðsgevarafelagið hevur gjørt, vísir, at føroyskar fyritøkur eru kappingarførar, tá tað ræður um løn, men ikki, tá ið ræður um skatt.
- Verður hugt nøkur ár fram í tíðina, verða handaligir og tekniskir førleikar alsamt meiri eftirspurdir, og munandi fleiri fara at starvast á hesum øki. Tí er umráðandi, at føroyska samfelagið stendur seg í kappingini um arbeiðsmegina, og tí má kappingin um arbeiðsmegina við onnur lond javnsetast, sigur Føroya Arbeiðsgevarafelag.
Arbeiðsgevararnir halda eisini, at atgongdin til útlendska arbeiðsmegi eigur at verða skipað betur.
Meiri verður at frætta í útvarpstíðindunum.