Bjóða vindorku í Suðuroynni út í heyst

Bjóða vindorku í Suðuroynni út í heyst
Í fyrstu atløgu er ætlanin at gera vindmátingar í einum haga oman fyri Porkeri, sum tykist vera væl egnaður
Væntandi verður loyvið at vera millum tvey og fimm MegaWatt, ella tvær til seks vindmyllur av tí slagnum, sum eru settar upp í Húsahaga í Suðurstreymi.
 
26.05.2015 - 09:30

Tíðliga í heyst verður klárt at bjóða út loyvið at gera streym úr vindi í Suðuroynni.

Tað upplýsir Jarðfeingi. 

Jarðfeingi fyrireikar útboðið saman við SEV og øðrum myndugleikum.

Fyrsta stigið í fyrireikingunum er at finna egnað øki til vindmyllur. Í fyrstu atløgu er ætlanin at gera vindmátingar í einum haga oman fyri Porkeri, sum tykist vera væl egnaður. 

Avgjørt er ikki enn, hvussu stórt loyvi verður boðið út, men væntandi verður loyvið at vera millum tvey og fimm MegaWatt, ella tvær til seks vindmyllur av tí slagnum, sum eru settar upp í Húsahaga í Suðurstreymi. 

Nógvar fyrireikingar

Nógvar kanningar og fyrireikingar skulu gerast, og fleiri loyvi mugu útvegast, áðrenn eitt tílíkt loyvi til vindorku kann verða boðið út. 

Men gongur sum ætlað, verður væntandi klárt at bjóða út eina ferð tíðliga í heyst 2015, upplýsir Jarðfeingi. 

SEV søkti í fjør um loyvi at seta upp tvær vindmyllur í Suðuroynni. 

SEV miðar eftir, at myllurnar kunnu takast í nýtslu í 2016. 
  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV