Lummatjóvar í Eiffeltorninum

Lummatjóvar í Eiffeltorninum
Í Paris er Eiffeltornið opið aftur fyri ferðafólki í dag eftir at hava verið stongt av verkfalli seinasta samdøgrið
Lummatjóvar órógva starvsfólk og vitjandi í Eiffeltorninum í París
Mynd: www.planetware.com  
 
23.05.2015 - 10:49

Starvsfólkið í torninum fór í verkfall og siga, at leiðslan og løgreglan gera ov lítið fyri at steðga lummatjóvum í torninum og kring tað. Tjóvarnir eru til ampa fyri bæði starvsfólk og ferðafólk, verður sagt.

Starvsfólkini siga, at tey hvønn dag kenna seg hótt av hesum harkaliðum, sum eisini berjast sínámillum - og starvsfólkini vilja hava vissu fyri at trygdin eri lagi, bæði teirra egna og tann hjá ferðafólki. Tað eru serliga rík ferðafólk úr Asia, tjóðarnir stjala frá, verður sagt.

22 milliónir ferðafólk vóru í Paris í fjør, og 126 ára gamla Eiffelltornið er millum mest væl vitjaðu støðini í býnum. Blaðið "Liberation" skrivar, at 26.000 løgreglufólk og loyniløgreglufólk verða á varðhaldi í Paris í summar, so fólk í býnum fáa frið fyri lummatjóvum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 1. februar
Morgunlestur leygardagur 1. februar 2025
186659
Fríggjadag 31. januar
Vikuskiftið 31 januar 2025
187158
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 31. januar
Veðrið
187155
Hósdag 30. januar
Heim, kæra heim 2:3
187109