Fáa kostráðgeving í læknaviðtaluni

Fáa kostráðgeving í læknaviðtaluni
Kliniskir dietistar fara at virka um meginpartin av landinum, og tænastan er ókeypis fyri borgaran
 
20.05.2015 - 15:18

Kliniskir dietistar fara nú at veita kostfakliga tænastu til fólk, sum hava diabetes, hjarta-æðrasjúku og krabbamein. Ávísir bólkar av børnum fáa eisini hesa tænastuna.

Klinisku dietistarnir starvast hjá Heilsutrygd, og teir fara at hava sítt dagliga yrki á læknaviðtalum kring landið, so tætt við borgaran sum til ber. 

Læknin kann ávísa fólk til dietist, um hann metir, at tað kann betra um heilsustøðuna. Tænastan er ókeypis fyri borgaran.

Fyrr hevur ikki borið til hjá kommunulækna at ávísa fólk beinleiðis til dietist.

Klinisku dietistarnir fara at virka um meginpartin av landinum, og hava viðtalur í Havn - á Tinghúsvegnum og í Miðlon - á Sandi, í Kollafirði, Miðvági, á Tvøroyri og í Vági. 

Í næstum verður søkt eftir dietisti til viðtalurnar í Runavík og í Klaksvík, upplýsir Heilsutrygd.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV