Marknagilsdepilin seinkaður fleiri mánaðir

Marknagilsdepilin seinkaður fleiri mánaðir
Arbeiðið verður eisini dýrari, men miðað verður eftir, at skúlin skal verða liðugur í august næsta ár
 
19.05.2015 - 08:05

Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, váttar nú, at Marknagilsdepilin er seinkaður, og at arbeiðið verður dýrari.

Í svari til Gunvør Balle, løgtingskvinnu, váttar landsstýrismaðurin tað, sum Ewald Kjølbro, stjóri í Landsverki, segði við Útvarpið tann 8.mai.

Arbeiðið er seinkað tríggjar-fýra mánaðir, men miðað verður framvegis eftir, at tað verður liðugt í august næsta ár. Men tað krevur so fleiri fólk á byggiplássinum og longri arbeiðsdagar sambært nýggju tíðarætlanini.  

Roknivilla til tryggingina

Roknivillan hjá ráðgevanum Lemming og Eriksson varð staðfest í desember í fjør. Arbeiðið at stoypa betongtrappurúmini lá stilt til í mars.

Ráðgevin hevur viðgingið, at hann roknaði skeivt og hevur boðað trygging sínari frá hesum.  

Tað er tí greitt, at Lemming og Eriksson hava ábyrgdina av roknivilluni og fíggjarligu avleiðingunum av henni, sigur landsstýrismaðurin.

Enn er ikki greitt, hvussu nógv, roknivillan fer at kosta. Um tað eru Landsverk og byggifelagið TG Verk ikki samd.  

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 4. mars
Veðrið
188646
Sunnudag 2. mars
Guðstænasta úr Hoyvíkar kirkju
188513
Fríggjadag 28. februar
Veðrið
188455
Fríggjadag 28. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
188428
Fríggjadag 28. februar
Heim, kæra heim (3:3) - teknmálstulkað
188417