Halldór Ásgrímsson deyður

Halldór Ásgrímsson deyður
Fyrrverandi íslendski forsætisráðharrin fekk ein hjartatilburð fríggjadagin og doyði í gjárkvøldið
 
19.05.2015 - 08:13

Hall­dór Ásgríms­son, fyrr­ver­andi for­sæt­is­ráðharri í Íslandi, doyði í gjárkvøldið, 67 ára gamal, skrivar Morgunblaðið.

Halldór Ásgrímssom fekk ein hjartatilburð fríggjadagin, tá hann varð staddur í summarhúsi sínum í Grímsnesi, sum er stutt eystan fyri Reykjavík.Hann varð fyrstu ferð valdur í altingið fyri Framsóknarflokkin í 1974 og var altingsmaður í 31 ár.

Halldór Ásgrímsson var formaður Framsóknarfloksins frá 1994 til 2006. Ráðharri var hann í 19 ár, og hann var í flestu ráðharraembætum í Íslandi. 

Í september í 2004 gjørdist hann forsætisráðharri, men knappliga tvey ár seinni, í juni 2006, avgjørdi hann at gevast í politikki. 

Eftir tað var Halldór Ásgrímsson stjóri í Norðurlendska ráðharraráðnum frá 2007 til 2013.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Jóna Hammer: Eg havi nógv at takka fyri
186576
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Nýggjastu sendingar í SV