Vápnaprógv og vápnatrygdarskeið er nú eitt krav

Vápnaprógv og vápnatrygdarskeið er nú eitt krav
Ítróttasamband Føroya og Skjótisambandið fegnast um broytingarnar í vápnalógini, sum løgtingið hevur samtykt
 
17.05.2015 - 09:32

Nýggja lógin ásetir, at fólk, ið nýta skotvápn, skulu hava verið á vápnatrygdarskeiði og hava vápnaprógv. Higartil hevur einasta krav til fólk, ið eiga skotvápn, verið, at tey eru 18 ár ella eldri. 
Í uppskotinum, sum løgmaður legði fyri tingið, var ikki møguligt at skjóta í ítróttahøpi, fyrrenn ein var fyltur 18 ár. Hetta mettu ítróttarfeløgini vera eitt bakkast fyri føroyskan skjótiítrótt, og løgmaður sendi tí rættarnevndini eitt broytingaruppskot um, at ítrótturin skuldi verða undantikin reglunum.  

ÍSF og Skjótisamband Føroya fegnast um broytingarnar, sum nú eru gjørdar, og meta, at tær fara at betra um skjóti- og vápnatrygdina í Føroyum. 

Við lógini eru eisini komnar greiðari reglur fyri, hvussu m.a. ungir ítróttaskúttar kunnu setast við og lærast upp. ÍSF og Skjótisamband Føroya vænta, at nýggja lógin fer at vera við til at menna skjótingina sum ítrótt í Føroyum. Eisini fara føroyskir ítróttaskúttar at fáa betur møguleika at gera seg galdandi uttanlands, tá føroysku vápna- og trygdarloyvini verða góðkend í ES.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Nýggjastu sendingar í SV