Eingin hevði smakkað sær á

Eingin hevði smakkað sær á
Nú bátastevna er í Vestmanna, steðgaði løgreglan í gjárkvøldið og út á náttina umleið 30 bilum, fyri at vita hvussu standurin var
 
17.05.2015 - 15:29

Líkt er til at fólk virða ferðslulógina, ikki minst promillumarkið.

Nú bátastevna er í Vestmanna, steðgaði løgreglan í gjárkvøldið og út á náttina umleið 30 bilum, fyri at vita hvussu standurin var.

Á politistøðini í Havn verður upplýst, at eingin bilførari hevði smakkað sær á, og øll viðurskifti vóru í lagi.

Fólk høvdu tað stuttligt í flestu bilunum, men í ongum av bilunum var nakað óvanligt við bilføraranum, sigur løgreglan.

Annars hevur vikuskiftið verið friðaligt í høvuðstaðnum, verður upplýst á politistøðini í Havn.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Nýggjastu sendingar í SV