Lopfjølin roynist væl

Lopfjølin roynist væl
Verkætlanin, sum skal hjálpa ungum, ið snáva í fólkaskúlanum, gevur góð úrslit
 
16.05.2015 - 14:55

Royndarverkætlanin, Lopfjølin, sum Sernám og Barnaverndartænastan hjá Tórshavnar kommunu samstarva um, roynist væl.

Tað skrivar Lærarafelagið á heimasíðuni.

Lopfjølin er ein roynd at hjálpa ungum, sum snáva í fólkaskúlanum, tí tað er so torført hjá teimum at ganga í skúla. Tey eru rætt og slætt ikki við í teirri vanligu undirvísingini í skúlanum.


 

Fýra næmingar á Lopfjølini

Í løtuni eru fýra skúlanæmingar á 7., 8. og 9. floksstigi við í tí sosialpedagogisku verkætlanini, Lopfjølini.

Til samans fýra fólk samstarva hvør á sínum øki um at fáa Lopfjølina til at roynast væl, so hon heldur fram at verða ein góð gongd leið hjá næmingunum at taka 9. floksprógv ella at koma víðari út í skúlan aftur.

Hesi fýra, ið starvast í Lopfjølini, eru ávikavist tveir námsfrøðingar, ein lærari og ein lesandi á Setrinum.


 

Ein góð hjálp

Nøkur, ið hava gingið í Lopfjølini, sum Margarinfabrikkin í Havn hýsir, hava fingið 9. floksprógv og eru farin víðari á Nám X.

Tey ungu, sum eru við í lopfjølini, hava ikki møtt upp í skúlanum og hava tískil mist ov nógvar undirvísingartímar. Tí verða tiltøk sett í verk fyri at vita, um tey ikki kunnu koma inn aftur í skúlan. Skúlin hevur boðað Barnaverndini frá, og í samráð við Barnaverndina fæst greiði á, um hetta sosialpedagogiska skúlatilboð kann hjálpa næminginum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Nýggjastu sendingar í SV