1500 fólk á Bátastevnu

1500 fólk á Bátastevnu
Í gjár vitjaðu 1500 fólk á Bátastevnuni í Vestmanna. Fyrireikararnir vænta enn fleiri í kvøld
 
16.05.2015 - 19:05

Hetta vikuskiftið er árliga Bátastevnan í Vestmanna.

Nógv ymisk tiltøk eru á skránni, og hóast veðrið ikki hevur verið av tí besta, vóru umleið 1500 fólk til tiltøkini í gjár. Eitt nú vóru X-Factor fólkini Jógvan og Emilie Esther og sungu í Vestmanna í gjár.

Sambært fyriskiparunum er leygardagurin tann best vitjaði dagurin á Bátastevnuni, og tískil vænta teir eisini nógv fólk í kvøld.

 

Fyrr í dag var skipað fyri felags innsigling av Fútakletti við gamla postbátinum Ólavi fremst. Síðani varð borðreitt við súpan í tjaldinum á keiøkinum, tá bátarnir høvdu lagt at.

Tónleikurin fyllir nógv á Bátastevnuskránni, og fleiri ymiskir tónleikabólkar spæla í kvøld. Shamrock leggur fyri við írskum fólkatónleiki, og síðani verður stóri Bátastevnudansurin í stóra tjaldinum á keiøkinum, har kendi, norski bólkurin Holmsvé og Hans Jacob Hjelm & Vinmenn spæla til dans. Í tí minna tjaldinum, sum í ein ávísan mun er ætla tí yngra ættarliðnum, spæla Grandma´s Basement og Signar í Homrum. 

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 20. januar
Nú er friðurin úti
186569
Mánadag 20. januar
Morgunlestur mánadagur 20. januar 2025
186265
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Nýggjastu sendingar í SV