- Tíðindi, mentan og ítróttur
Gera enn eina roynd: Nú koma tey aftur
"Operation Sleppið Grindini"
Tað er heitið á átakinum, sum felagsskapurin Sea Shepherd fer undir í Føroyum í summar, boðaði felagsskapurin frá fyri løtu síðani í fráboðan á heimasíðuni, seashepherdglobal.org
Felagsskapurin, Sea Shepherd, hevur ætlanir um at hava fólk á bæði landi og á sjógvi, eins og tey gjørdu í 2014, nú felagsskapurin ætlar at gera enn eina roynd at steðga grindadrápinum.
- Okkara fólk fara at gera alt, tey eru ment innan lógarinnar karmar, so hvalir ikki verða dripnir í summar, sigur Alex Corneliessen, skipari og talsmaður hjá Sea Shepherd, í fráboðanini.
Lógardagføring skal geva løgregluni víðari heimildir
Landsstýrið ætlar at seta í verk nýggja grindalóg, ið fer at loyva løgregluni at halda aftur fólki, ið koma til landið at órógva grindadrápið, í meira enn 24 tímar áðrenn tey koma fyri ein dómstól.
- Hetta er greitt í stríð við grindalógina og rættargangslógina, segði Bjørn á Heygum, advokatur, í samrøðu við sjónvarpið mánakvøldið.
Uppskotið um at broyta verandi grindalóg kom í Løgtingið eftir umfatandi virksemið hjá Sea Shepherd í fjør summar, tá fólk hjá felagsskapinum vórðu handtikin fyri at órógva grindadrápið.