Kyndil hevur fingið nýggjar venjarar

Kyndil hevur fingið nýggjar venjarar
Kyndil hevur sett tveir venjarar og ein kropsligan venjara til at taka sær av besta mansliðnum í komandi kappingarárið
Mynd: kyndil.fo  
 
10.04.2015 - 12:28

Bárður Johannesen og Julian Johansen verða høvuðsvenjarar hjá 1. mansliði hjá Kyndli næsta kappingarár, og Kristian Martin Joensen, fyrrverandi venjari í svimjing, triathlon og kappróðri, verður kropsligur servenjari hjá hópinum og hvørjum spælara sær.

Bárður Johannesen og Julian Johansen verða høvuðsvenjarar. Bárður var fyri trimum árum síðan í venjaratoyminum hjá kyndilsmonnum,og er í løtuni hjálparvenjari hjá kvinnuliga U17-landsliðnum. 

Julian Johansen hevur farnu árini spælt við besta mansliðnum og í næstan 10 ár vant ungdómslið hjá Kyndli. Eisini hevur hann vant ÍF Føroyar, besta kvinnuliðið hjá Neistanum og kvinnurnar hjá Kyndli.

Aftrat teimum báðum hevur Kyndil sett Kristian Martin Joensen sum kropsligan servenjara hjá mansliðnum. Kristian Martin hevur verið høvuðsvenjari hjá Havnar Svimjifelag, knýttur at svimjilandsliðnum, vant bróðirin, Gudmund Joensen, í triathlon og vant m.a. Argjabátin.

Nýggja venjaratoymið hevur á fundi avtalað, hvussu farið verður til verka, og málið er greitt: Kyndil skal í finalur næsta kappingarár, og so nógvir kyndilsmenn sum gjørligt skulu sum frálíður á a-landsliðið, sum ætlandi fer til verka aftur í næstum.

 

Kelda og mynd: kyndil.fo

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 22. januar
Dansival 15 januar 2025
186695
Mikudag 22. januar
Góðan morgun Føroyar
186679
Mikudag 22. januar
Morgunlesturin mikudagur 22.januar 2025
186425
Týsdag 21. januar
LEITISSTEIN 21.01.2025 (Simona Paula)
186642
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 21. januar
Veðrið
186636
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta úr Hvannasunds kirkju
186535
Leygardag 18. januar
Andakt við Silasi Olofson - teknmálstulkað
186519
Leygardag 18. januar
Fletta í Kongsstovu - teknmálstulkað
186512