Havnin fekk 54 mió. kr. meiri í skatti enn væntað

Havnin fekk 54 mió. kr. meiri í skatti enn væntað
Í fíggjarætlanini í fjør varð roknað við at fáa 647 mió. kr. í skatti, men tá avtornaði var skattainntøkan 700 mió. kr.
 
25.03.2015 - 07:49

Tórshavnar kommuna fekk 700 milliónir krónur í skatti í fjør. 

Í fíggjarætlanini fyri 2014 varð roknað við knappliga 647 milliónum í skatti, 13 milliónum meira enn í 2013.

Men í gjár kunngjørdi Heðin Mortensen, borgarstjóri, at nú er staðfest, at skattainntøkurnar í 2014 eru 53,7 milliónir størri enn mett var í fíggjarætlanini. 

Fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaks eisini í 2014. Tað fór upp um 20.000. Tann 31.desember í fjør vóru 20.248 fólk skrásett í Tórshavnar kommunu, 310 fleiri enn 1.januar. Fólkatalið vaks 1,6 prosent.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV