- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dýrari brennievni kann fíggja aðrar útreiðslur
Verða 4,30 krónur lagdar oman á prísin fyri brennievni til bilar, missir landskassin einki sambært útrokningum hjá Fíggjarmálaráðnum.
Við at leggja okkurt um 1,75 kr. í avgjøldum oman á prísin á bensini og dieseli eigur at bera til at koyra fyri einki í báðum undirsjóvartunlunum, við Bygdaleiðum og sigla ókeypis við strandfaraskipunum.
Skal vegskatturin strikast, kann tað gerast við at leggja 2,56 kr. aftur at prísinum. Bensin og diesel fara at kosta millum 1,72 kr. til 1,79 kr. meira fyri liturin, um almenna ferðslan í Føroyum skal verða ókeypis.
51 mió. um árið fyri flutning við Strandferðsluni
Skal allur flutningur við strandfaraskipunum og Bygdaleiðum vera ókeypis, kostar hann landskassanum okkurt um 51 mió. kr. um árið. Skal tað fíggjast við avgjaldi á bensini og dieseli, verður liturin 1,40 kr. dýrari, tá meirvirðisgjaldið er talt við.
Jørgen Niclasen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, hevur nú svarað Helga Abrahamsen, løgtingsmanni.
Helgi Abrahamsen vildi hava at vita, hvussu nógv bensinprísurin og dieselprísurin skulu hækka, um hækkingin skal fíggja tað, sum teir báðir undirsjóvartunlarnir, Bygdaleiðir og Strandferðslan kosta at reka og tað, sum landskassin fær í vegskatti.
Skal landið reka undirsjóvartunlarnar og eisini fíggja tann raksturin við avgjaldi á bensini og dieseli hækkar prísurin millum 11,6 oyru upp í 16,1 oyra fyri liturin umframt MVG.
Undirsjóvartunlar dagførast fyri 58 mió.
Sambært svarinum kostar beinleiðis raksturin hjá undirsjóvartunlunum millum fimm og sjey milliónir krónur um árið. Men harafturat krevjast dagføringar fyri 58 mió. kr. til 2024. Og tær dagføringarnar kosta 15 oyru oman á prísin fyri bensin og diesel.
Landið fekk í fjør 93,3 mió. kr. í vegskatti. Skal vegskatturin strikast og landskassin ikki missa ta inntøkuna ber til at fáa 93,3 mió. kr. við at hækka bensinprísin og dieselprísin hálva triðju krónu, sigur landsstýrismaðurin eisini í svari sínum.
Sambært tølunum hjá Fíggjarmálaráðnum tekur landskassin 2,40 kr. í innflutningsgjaldi fyri bensin og 50 oyru fyri diesel. Tá so meirvirðisgjaldið kemur omaná fekk landskassin 95,3 mió. kr. fyri 36,5 milliónir litrar av bensini og dieseli í fjør.