- Tíðindi, mentan og ítróttur
Javni luttekur á norðurlendskum samstarvsfundi
Javni luttekur á norðurlendskum samstarvsfundi
Norðurlendskur samarbeiðsfundur hevur verið í Keypmannahavn um vikuskiftið
22.03.2015 - 14:31
Javni luttekur á NSR fundi, Norðurlendskum Samarbeiðsráðsfundi í Keypmannahavn. Hetta stendur á heimasíðuni hjá Javna. Á skránni hava verið evnir sum heilsa, fosturdiagnostikkur og arbeiði.
Alt evnir, sum eru sera viðkomandi hjá Javna at fáa skift orð um við norðurlendsku systirfeløgini. Við á fundinum úr Føroyum eru Durita Strøm, Malena Arnholdsdóttir og Sigrun Wardum.
Á ferðini til NSR fundin varð eisini høvið at vitja ein skúla í Ystad, sum er víðagitin fyri sín máta at arbeiða við inklusión. Og serliga fyri sín hugburð um at øll kunnu læra. Meira um hesa vitjan verður at frætta seinni, skrivar tey á heimasíðuni hjá Javna.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 18. januar
TEMAPLÁTAN: Welcome to the Pleasuredome, Frankie Goes To Hollywood, 1984
186486
Nýggjastu sendingar í SV