Fólk í góðum hýri

Fólk í góðum hýri
Løgreglan fekk í gjárkvøldið og í nátt nógvar fráboðanir um ávirkað fólk, men onki álvarsamt mál hevur verið.
 
21.03.2015 - 10:23

Løgreglan hevur merkt, at nógv fólk vóru í býnum í Havn í gjárkvøldið, tá fleiri tiltøk vóru á skránni aftaná sólarmyrkingina. Vakthavandi á politistøðini í Havn sigur, at onki álvarsligt mál hevur verið, men løgreglan hevur fingið fleiri fráboðanir um full fólk, enn vanligt er um vikuskiftið.

Onkur bardagi hevur verið, sum var hæsaður av, tá politiið kom á staðið. Sjúkrabilur hevur verið eftir fólki, ið er dottið, tí tað var ávirkað, og politiið hevur fingið fráboðanir frá grannum, sum hava havt ampa av harðum tónleiki frá grannahúsum.

Annars hevur løgreglan tikið sær av fullum fólki, sum er avdottið, men ongin hevur verið í klivanum og sovið rúsin av sær. 

Tá stór sangløta var á Vaglinum klokkan 23, setti løgreglan í verk somu tilbúgvingarætlan, sum nýtt verður til stóru sangløtuna á Ólavsøku. Løgreglufólk sita á varðhaldi rundan um Vaglið, og ein sjúkrabilur og samarittar vóru til staðar. Tilbúgvingarætlanin er eitt samstarv millum løgregluna, Landssjúkrahúsið og Sløkkiliðið. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV