Oljuprísurin sæst aftur í innflutningstølunum

Oljuprísurin sæst aftur í innflutningstølunum
Oljuprísurin sæst væl og virðiliga aftur í innflutningstølunum. Olja og bensin kostaðu meira enn helvtina minni í januar í ár enn í fjør
Oljuprísurin sæst væl og virðiliga aftur í innflutningstølunum fyri 2014, vísa tøl hjá Hagstovuni
 
19.03.2015 - 08:14

Fyrsti mánaðurin í ár var vánaligur, tá ræður um útflutning. Útflutt varð fyri 380 mió. kr. í januar, og tað eru 33 milliónir, átta prosent, minni enn í januar 2014.

Serliga útflutningurin av fiskavørum, eisini av alilaksi, var minni í ár, munurin er 12 prosent samanborið við januar í fjør, upplýsir Hagstovan. Men innflutningurin var eisini minni. Innflutt varð fyri 67 milliónir krónur, 18 prosent, minni í januar í ár enn í fjør.

Stóri munurin er í tølunum fyri olju og bensin, tey fóru niður í helvt og nakað afturat sammett við januar í fjør. Í januar í 2014 kostaðu brennievni 97 milliónir krónur, í januar í ár kostaðu tey 43 milliónir, 56 prosent minni.

Samanumtikið gav útflutningurin 77 milliónir krónur meira í januar enn innflutningurin kostaði.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV