- Tíðindi, mentan og ítróttur
Ger enn eina roynd at taka av handilslýsingar
Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, í svari til tingkvinnurnar, Gunvør Balle og Rigmor Dam, sum hava spurt um lýsingaprísir í Kringvarpinum.
Bjørn Kalsø sigur, at nú størri partur av lýsingarmarknaðinum er endaður á sosialu miðlunum, verður neyðugt at broyta lóggávuna soleiðis, at Kringvarpið ikki framhaldandi fær lógartryggjaðan rætt til inntøkur frá handilslýsingum.
- Eg fari tí enn einaferð at arbeiða fyri at fáa skipanina tikna av, á ein hátt, so fíggjarliga grundarlagið hjá Kringvarpinum framhaldandi verður nøktandi, sigur Bjørn Kalsø.
Kappingareftirlitið: Støðan er ójøvn
Bjørn Kalsø vísir eisini á, at til tess at styrkja grundarlagið hjá privatu miðlunum, eru tvær milliónir kr. settar av á fíggjarlógini at stuðla útbreiðslu og redaksjonella arbeiðnum hjá privatu miðlunum.
Kappingareftirlitið hevur sagt, at kappingarstøðan er ójøvn, tí Kringvarpið hevur trygd fyri meginpartinum av sínum rakstrarinntøkum við ársbyrjan, og at Kringvarpið eigur at vísa varsemi, tá ið ræður um lýsingaprísir.
Bjørn Kalsø sigur, at hann vónar, at Kappingareftirlitið tekur neyðug stig, um so er, at Kringvarpið ikki heldur kappingarreglurnar.