- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sakarmál um fjalt vinningsbýti byrjar mánadagin
Mánadagin fer hægsti rættur undir at viðgera stóra sakarmálið millum Taks øðrumegin og Varðan í Gøtu ella P/F Vinnan, sum felagið kallaðist, tá ósemjan tók seg upp við skattavaldið.
Talan er um stóra upphædd, sum Taks sigur seg eiga tilgóðar í kapitalvinningsskatti, men sum bæði Føroya rættur og síðani landsrætturin hava sagt, at Taks ikki hevur rætt at fáa.
Hægsti rættur fer sum nevnt undir at viðgera málið mánamorgunin klokkan níggju, og rætturin verður settur í Keypmannahavn.
Taks: 11 partaeigarar skulu gjalda 53,4 mió. kr.
Taks sigur, at talan var um fjalda útluting av vinningsbýti, tá 11 eigarar í partafelagnum Vinnuni í Gøtu á heysti í 2005 seldu síni partabrøv í Vinnuni til sítt egna, nýstovnaða holdingfelag, P/f 30. september 2005.
Sambært Taks eiga teir 11 partaeigararnir at gjalda kapitalvinningsskatt fyri søluna, 53,4 milliónir kr., og tað var eisini niðurstøðan hjá Skatta- og avgjaldskærunevndini. P/f Vinnan góðtók ikki hesa avgerðina.
Tey 11 avgjørdu tó í fyrstu atløgu at gjalda skattin, 53,4 milliónir kr., men tað varð gjørt undir mótmæli. Taks varð síðani stevnt, og 14. juni í 2011 fall dómur í Føroya rætti, sum gav Vinnuni viðhald.
Taks kærdi men fekk ikki viðhald
Taks kærdi málið til Eystara landsrætt, men 7. november í 2012 fekk Vinnan eisini viðhald har. Í úrskurðinum skrivar Landsrætturin:
"Sølan av partabrøvunum í p/f Vinnan til pf 30/09-2005 var skattafrí og kann ikki metast sum vinningsbýti. Hetta uttan mun til, um endamálið við søluni av partabrøvum var at draga skattafríar pengar úr felagnum. Tað, at feløgini vórðu løgd saman fáar mánaðir seinni, hevur ongan týdning í hesum sambandi."
Eftir dómin í Landsrættinum fingu partaeigararnir pengarnar aftur frá Taks. Við rentum og sakarkostnaði var upphæddin nú komin upp í 70 mió. kr., altso 16,6 milliónir meira enn upprunaupphæddin var.
Kamaradvokatur mælti Taks til at royna Hægstarætt
Eftir dómin í landsrættinum, vendi TAKS sær til Kamaradvokatin í Danmark um ráðgeving. Niðurstøðan hjá Kamaradvokatinum var, at TAKS átti at royna málið í Hægstarætti, og tað fekk Taks loyvi til.
Steffen Sværke, advokatur hjá Kamaradvokatinum umboðar Taks í Hægstarætti. Hann plagar at hava sakarmálini hjá danska skattavaldinum. Christian Andreasen er advokatur hjá teimum 11 partaeigarunum í Vinnuni.
Radarin, sum kemur klokkan 17:05 seinnapartin í dag, hevur meira um stóru skattatrætuna millum Taks øðrumegin og P/F Vinnuna í Gøtu, sum felagið kallaðist tá, hinumegin.