Gjørt avtalu um eldraøkið

Gjørt avtalu um eldraøkið
Almannaverkið, Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og tey sjey samstarvsøkini innan eldraøkið, og Tórshavnar Kommuna, hava skrivað undir avtalu
Nýggj fleirpartaavtala er skrivað undir fyri eldraøkið. 11 eindir eru í samstarvinum
 
18.03.2015 - 09:50

Hetta er avtalað í sambandi við at eldraøkið og heimasjúkrarøkt varð lagt út til kommunurnar á nýggjárinum. Endamálið er at skipa samstarvið millum stovnarnar á ymiskum økjum, eitt nú á eldraøkinum, medisinska økinum, á psykiatriska økinum, og á skurðøkinum.

Nýggja fleirpartaavtalan er tann fyrsta í røðini millum tær 11 eindirnar í samstarvinum, og ætlanin er at halda fram á øðrum økjum eisini.

Kommunufelagið hevur umboðað og samskipað samráðingarnar vegna tey kommunalu samstørvini og Tórshavnar Kommunu. Nýggja fleirpartaavtalan varð undirskrivað 3. mars og kemur í gildi beinanvegin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 19. januar
Guðstænasta í Hvannasunds kirkju
186532
Leygardag 18. januar
Jambalaja - 180125
186515
Leygardag 18. januar
Upp á tá - 170125
186510
Nýggjastu sendingar í SV