Vælkomin umborð: Sólarmyrking fyri 50.000 krónur

bannari
Vælkomin umborð: Sólarmyrking fyri 50.000 krónur
Kundi tú hugsað tær at sæð fullu sólarmyrkingina 20. mars á fremstu røð, umborð á hesum privata marglætisflogfarinum, mást tú djúpt í lumman
Soleiðis sær útsýnið fyri 50.000 krónur út í einum av flogførunum, ið fara at flúgva yvir Føroyum tá fulla sólarmyrkingin verður 20. mars
Mynd: xjubier.free.fr  
 
08.03.2015 - 17:08

40.000 - 60.000 krónur.

Tað er kostnaðurin, kundi tú hugsað tær at uppliva sólarmyrkingina 20. mars umborð á einum marglætisflogfari, ið fer úr París fríggjamorgunin tá sólarmyrkingin verður.

Afturfyri fært tú so eisini ein túr við einum marglætisflogfari, ið fær vanlig flogfør at blikna og setrini at síggja út sum lítlar skógvaeskjur.

Flogfarið, ið tekur 10 fólk, fer úr París klokkan 7:22 fríggjamorgunin og flýgur norðureftir samstundis sum fulla sólarmyrkingin eisini kemur inn yvir Føroyar og Svalbard.

Sólarmyrkingin longri umborð

Júst tað at flogfarið flýgur norðureftir, samstundis sum fulla sólarmyrkingin verður, ger eisini, at ferðafólkini umborð á flogfarinum uppliva sólarmyrkingina longri enn fólk á landi.

Felagið, ið selur flogferðaseðlarnar, lovar, at ferðafólkini umborð í minsta lagi fara at uppliva sólarmyrkingina í tríggjar minuttir og 50 sekund, og at tey royna at koma uppá fýra minuttir.

Flogfarið flýgur hægri uppi enn onnur flogfør. Tískil verða ferðafólkini umborð ikki órógvað av øðrum flogførum, ið samstundis fara at flúgva yvir Føroyum, siga fyriskipararnir.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186354
Mikudag 15. januar
Veðrið
186323
Týsdag 14. januar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
186275
Mánadag 13. januar
Við Gutta á fjalli - teknmálstulkað
186212
Mánadag 13. januar
Bragdið í Berlin
186209