Reiðari: Útlendingar eiga í helvtini av flotanum

Reiðari: Útlendingar eiga í helvtini av flotanum
Annfinn Olsen sigur, at útlendski kapitalurin í fiskivinnuni er minni enn triðingurin, sum lógin loyvir
 
24.02.2015 - 10:12

- Útlendskur kapitalur er í helvtini av øllum føroyskum fiskiskipum.

Tað segði Annfinn Olsen, formaður í Føroya Reiðarafelag, á fundi um fiskivinnuna, sum valfelagið hjá Sambandsflokkinum í Eysturoynni, Samhald, skipaði fyri í Mentanarhúsinum í Fuglafirði í gjárkvøldið.

Tað skrivar heimasíðan ting.fo.

Formaðurin í Reiðarafelagnum legði dent á, at útlendski kapitalurin í føroysku fiskivinnuni er minni enn tann triðingin, sum lógin um vinnuligan fiskiskap loyvir.

Annfinn Olsen er sjálvur reiðari, og á fundinum legði hann doyðin á, at í hansara fyritøku eiga íslendingar ikki meira enn ein fjórðing.

Heldur seg til loyvda hámarkið

Ting.fo skrivar, at eisini reiðarin í Klaksvík, Hanus Hansen, greiddi fundarfólkinum frá, at útlendski parturin í sínum feløgum eisini heldur seg til loyvda hámarkið, sum er ein triðingur.

- Eg haldi, at tað er nógv fyri, og eg føli tað óbehagiligt alla tíðina - og seinast nú av einum løgtingsmanni - at verða lagdur undir at bróta lógina um útlendskan kapital í vinnuni, segði Hanus Hansen. Hann sipaði til, at Helgi Abrahamsen, løgtingsmaður, sum á fundinum beinleiðis spurdi, um søgurnar um útlendskan ræðisrætt eru sannar.

Ting.fo skrivar, at tingmaðurin umbar, at hann hevði sett spurningarnar, men metti teir neyðugar fyri at fáa beinleiðis svar, um útlendingar eiga ov stóran part í reiðaravirkseminum.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878