E-sigarettir skulu bannast

E-sigarettir skulu bannast
Danska stjórnin vil banna sølu av e-sigarettum til ung undir 18 ár, samstundis sum ES arbeiðir við at loyva sølu av sigarettunum
 
21.02.2015 - 12:30

Ein ES-fyriskipan er ávegis, sum loyvir sølu av sokallaðum e-sigarettum við nikotinvætu við upp í 20 milligrammum fyri hvønn millulitur.

Hetta hevur fingið donsku stjórnina at ressast við, og tí er eitt lógaruppskot nú sent til hoyringar, har bann verður sett fyri at selja e-sigarettir við nikotinvætu til ung undir 18 ár.
- Vit halda rætt og slætt ikki, at e-sigarettir hóska í munninum á einum barni, sigur Nick Hækkerup, heilsumálaráðharri við Politiken.

E-sigarettir ein glíðubreyt
Hann heldur, at e-sigarettir kunnu gerast ein glíðubreyt, soleiðis at ung so at siga læra at roykja veruligar sigarettir við hesum e-sigarettunum.

79 prosent vilja banna
Sambært eini enn ikki almannakunngjørdari meiningarkanning hjá Kræftens Bekæmpelse, so stuðla 79 prosent av dønum einum forboði fyri at ung undir 18 kunnu keypa e-sigarettir. Bara 9 prosent eru ímóti forboðnum, skrivar Politiken.
Meira enn 150.000 danir royktu e-sigarettir í 2013, sambært eini meting hjá danska Heilsustýrinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079