Seta aldursmark fyri at fara á sólstovur

Seta aldursmark fyri at fara á sólstovur
Krabbameinsfelagið fegnast um uppskotið hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at seta aldursmark fyri at fara á sólstovur - solarium
Nú verður aldursmark sett á fyri at sleppa á solarium
Mynd: Savnsmynd  
 
06.02.2015 - 10:14

Endamálið við uppskotinum er at minka krabbameinstilburðirnar í húðini, serliga móðurmerkjakrabbamein, og sambært uppskotinum verður forboð sKrabbameinsfelagið fegnast um uppskotið hjá Karsteni Hansen, landsstýrismanni, um at seta aldursmark fyri at fara á sólstovur - solariumett fyri at selja børnum og ungum undir 18 ár tíð á sólstovum. 

Ein kanning, sum Gallup gjørdi í 2013, vísir, at tað framvegis eru ungfólk, sum taka sól. 24 prosent vóru í aldrinum 15-24 ár, og henda gongdin hevur verið óbroytt síðani 2011.

Krabbameinsfelagið heldur kortini, at tað er óheppið, at sólstovurnar ikki skulu vera mannaðar.

- Tað ber ikki til at selja tubbak ella rúsdrekka, har aldursmarkið eisini er 18 ár, í automatum, tí tá er ógjørligt at hava eftirlit við keyparanum. Tað sama ger seg galdandi við solarium-sól, og tað er ein veikleiki í lógini, sigur Jákup N. Olsen, formaður í Krabbameinsfelagnum.

Uppskotið hjá Karsteni Hansen kemur til viðgerðar í tinginum týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 11. januar
Jambalaja - 110125
186171
Leygardag 11. januar
2. Upp á tá - 100125
186170
Leygardag 11. januar
Vikan 11. januar 2025
186164
Leygardag 11. januar
Morgunlestur leygardagur 11. januar 2025
185733
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2025
186182
Fríggjadag 10. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
186125
Fríggjadag 10. januar
Veðrið
186150
Hósdag 9. januar
Andaktin
186081
Hósdag 9. januar
Andaktin
186079