Privatar útvarpsrásir nýggjan stjóra

Privatar útvarpsrásir nýggjan stjóra
Hergeir Eldevig er her frá 1. januar settir sum dagligur leiðari á teimum trimum útvarpsrásunum Rás2, VoxPop og KissFM, sum løgdu saman herfyri
Tær tríggjar privatu útvarpsrásirnar, Rás2, VoxPop og KissFM, hava fingið nýggjan, dagligan leiðara. Harumframt er nýggjur stjóri fyri felagið, ið eigur og rekur útvarpsrásirnar, eisini settur
 
10.01.2015 - 19:00

Nýggja felagið, sum skal reka tær tríggjar útvarpsrásirnar, eitur Miðlar. Stjóri í felagnum, fyri tær tríggjar útvarpsrásirnar, er Hálvdan Haldansen úr Vestmanna.

Ein av stigtakararum til hesa nýggju rásina, Rúni Djurhuus, sigur við útvarpið, at uppgávan hjá nýggja leiðaranum verður at seta starvsfólk og taka sær av dagligu leiðsluni á útvarpsstøðini.

Leiðarin skal halda til í hølunum, har VoxPop og KissFM hava hildið til síðani tær byrjaðu at senda. Í heyst fór ein arbeiðsnevnd til verka at gera eina størri ætlan fyri allar tríggjar rásirnar.

Boðað varð frá, at munandi broytingar í sendingum og sendiflatu fóru at verða gjørdar í januar. Nú er so ein nýggjur leiðari settur til samanløgdu útvarpsstøðirnar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 30. januar
Morgunlestur hósdagur 30.januar 2025
186658
Mikudag 29. januar
Skratsj 29. januar 2025
187050
Mikudag 29. januar
Morgunlestur mikudagur 29.januar 2025
186657
Mikudag 29. januar
LEITISSTEIN 28.01.2025 (Tjant)
187008