- Tíðindi, mentan og ítróttur
Staðarnavnanevndin er nú vald av nýggjum
Staðarnavnanevndin er nú vald av nýggjum
Staðarnavnanevndin umsitur løggilding av staðarnøvnum og hevur avgerðarrætt í hesum sambandi
26.12.2014 - 10:07
Staðarnavnanevndin er nú vald av nýggjum. Bjørn Kalsø, landsstýrismaður í mentamálum, hevur valt Eivind Weyhe, Anfinn Johannsen, Lenu Reinert, Kristin Magnussen og Stein Fossá at manna nevndina næstu fimm árini.
Staðarnavnanevndin umsitur løggilding av staðarnøvnum og hevur avgerðarrætt í hesum sambandi. Uppgávurnar hjá nevndini fevna millum annað um áseting av formi og stavseting av staðarnøvnum í almennari nýtslu, eitt nú á kortum, skeltum og í skúlabókum.
Staðarnavnanevndin virkar sambært reglugerð frá 6. juli 2010.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV