- Tíðindi, mentan og ítróttur
Hvat er komið burtur úr heildarætlanini
Hvar eru vit so í dag, og hvat er komið burtur úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur? Hvørji átøk eru framd, hvat hevur gingið væl, hvat kundi verið gjørt øðrvísi, og hvat liggur enn á láni?
Setningurin er tikin úr heildarætlanini um fólkaflyting og fólkavøkstur, sum varð løgd fram 5. apríl í 2013, og sum varð gjørd fyri at loysa størstu avbjóðingina hjá føroyska samfelagnum, sum er fráflyting og vantandi tilflyting.
Á kvøldsetu týskvøldið skipar Jobmatch fyri politiskum kjaki um hetta evnið. Luttakarar vera Johan Dahl landsstýrismaður í vinnumálum og og formenn og umboð úr øllum politisku flokkum á løgtingi. Orðstýrari verður Jón Brian Hvidtfeldt.
Heildarætlanin vísti á, at tað eru í stóran mun tey ungu, serliga kvinnurnar, sum flyta burtur - ofta í útbúgvingarørindum - men eisini at nema sær aðrar royndir. Heildarætlanin staðfesti, at samstundis sum nógv ung fara av landinum, eru tað ov fá, sum flyta aftur til landið.
Kjakið verður í Norðurlandahusinum týskvøldið kl. 19