- Tíðindi, mentan og ítróttur
Føroysk skúlabørn duga ov illa at svimja
Føroysk skúlabørn duga ov illa at svimja. Tað er niðurstøðan í kanning, sum Svimjisamband Føroya hevur gjørt, og sum stendur at lesa í Sosialinum í dag.
Einans 49 prosent av føroyskum 5. floksnæmingum hava grundleggjandi svimjiførleika, sum í norðurlendskum høpi merkir at megna at svimja 200 metrar uttan flótihjálp.
Føroysk skúlabørn fáa annars frálæru í svimjing frá 1. til 6. flokk.
Sambært námsætlanini skulu tey duga bringusvimjing, crawl, ryggcrawl og sjálvbjargingarsvimjing, tá tey eru liðug í 6. flokki.
Men námsætlanin sigur einki um, hvussu mett verður um, nær næmingurin dugir ymsu svimjihættirnar. Ei heldur verður sagt nakað um, hvussu langt ein næmingur skal megna at svimja.