- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fingu bót uppá 450.000 krónur
Fingu bót uppá 450.000 krónur
Føroya rættur hevur í dag dømt skiparan og reiðaran á Anitu at rinda 450.000 krónur í bót tilsamans
17.12.2014 - 13:02
Heini Reinert skiparin á Anitu fekk eina bót uppá 300.000 krónur og reiðarin Sørin Christiansen fekk 150.000 krónur í bót.
Tilsamans fingu teir sostatt 450.000 krónur í bót. Kravið frá ákæruvaldinum var 750.000 krónur. Reiðaríið var eisini stevnt, men dómarin segði í sínari niðurstøðu at reiðarin og reiðaríið var eitt og sama felag.
Hald varð eisini lagt á 277.000 krónur sum var fiskur, sum varð blakaður útaftur. Semja var frammanundan gjørd um reiðskapin. Hann var mettur til 1.6 milliónir krónur og tað skal reiðaríið eisini gjalda fyri at fáa gørnini aftur
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV