- Tíðindi, mentan og ítróttur
Eldávaringin á Pison riggaði dagin fyri
Eldávaringin riggaði ikki, tá eldur kom í línuskipið Pison, sum lá við bryggju Leirvík beint fyri midnátt 22.januar.
Eftir eldsbrunan varð staðfest, at eldávaringarskipanin virkaði ikki, tí sikringarnar vóru burturi.
Ein 47 ára gamal maður, sum var einsamallur umborð, doyði í eldinum. Roykvarnarin í kamari hansara var tikin niður.
Klassin, Bureau Veritas, var í ferð við at sýna Pison. Dagin fyri eldin riggaði eldávaringin, sigur sýnsmaðurin.
Rustaður ovnur
Orsøkin til eldin var ein illa farin og rustaður ovnur í einum turkirúmi til klæði, sigur Sjóvinnustýrið í frágreiðing sínari, sum kom á heimasíðuna hjá stovninum í morgun.
Ovnurin, sum altíð var tendraður, slapp ikki av við hitan og hann lá á krossviði. Ovhiting festi í krossviðin.
Sýnið hjá klassanum var ikki liðugt, tá eldur kom í Pison.
Sýnsmaðurin var seinast umborð dagin fyri eldin og setti treytir, áðrenn skipið kundi sigla aftur.
Hesar treytir høvdu tó ikki samband við tað, sum varð orsøkin til vanlukkuna. Sýnsmaðurin var ikki liðugur við sítt sýn, tá Pison brendi, sigur Sjóvinnustýrið.