Rættarnevndin: Sea Shepherd skal ikki inn í landið

Rættarnevndin: Sea Shepherd skal ikki inn í landið
Innfararbannið skal koma í gildi í seinasta lagi 2015 næsta ár
 
03.12.2014 - 08:40

Felagsskapir sum Sea Shepherd, ið hava ætlanir um ólógligt virksemi, skulu vendast í Kastrup ella á keiini. 

Uppskotið hjá Tjóðveldi, sum forðar felagsskapum sum Sea Shepherd at koma inn í landið ella at fáa útgerð við sær til Føroya, kemur til 2. viðgerð í løgtinginum í dag.

Ein samd rættarnevnd mælir løgtinginum til at samtykja uppskotið - tó við broytingum.

Rættarnevndin vil hava løgtingið at seta forboðið í gildi sum skjótast. Tí mælir rættarnevndin til, at 1. mai 2015 verður settur í uppskotið sum evsta mark fyri, at nýggja innfararbannið kemur í gildi.

Sea Shepherd hevur longu boðað frá, at felagsskapurin ætlar sær at koma til Føroyar aftur næsta summar. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 31. januar
Góðan morgun Føroyar
187138
Fríggjadag 31. januar
RagnarRokk: Matthew Sutton um Love
187135
Fríggjadag 31. januar
Morgunlestur fríggjadagur 31.januar 2025
186660
Hósdag 30. januar
RagnarRokk 30.januar 2025
185774
Nýggjastu sendingar í SV